Finaluumfar í Ódnartøkum

Róðrarfelagið Knørrur 2 er á odda í liðkappingini við einum stigi, beint frammanfyri Argja Róðrarfelag

Leygardagin er triðja og síðsta umfar í ársins heystkapping í Ódnartøkum. Róð verður í Runavík og róðrarnir byrja klokkan 13. Róðrarnir eru deildir upp í tríggjar riðlar, við trimum bátastøddum í hvørjum riðili. Fyrireikararnir vænta at tað tekur umleið tveir tímar at avgreiða.

 

Eftir róðaranar verða heiðursmerkir handaði í neystinum hjá NSÍ. Eisini vinningurin til vinnaran í liðkappingini, sum er kr. 5.000 til eitt trivnaðartiltak verður latin av KBI í Klaksvík.

 

Róðrarfelagið Knørrur 2 er á odda í liðkappingini við einum stigi, beint frammanfyri Argja Róðrarfelag. Argja Róðrarfelag er manna av 8-mannafarinum Argabátinum og barnamanningunum hjá bæði dreingjum og gentum á Teistanum. Róðrarfelagið Knørrur 2 er mannað av barnamanningunum Jallinum og Píli og 10-mannafarinum Ormurin Langi.

 

Róðrarfelagið Knørrur 2 var fremst við tveimum stigum eftir fyrsta umfar, men Ormurin Langi var ikki við í øðrum umfarið. Her róði gamli Ormurin Langi, Kongurin, og vann allar róðrarnar, men til frama fyri kappingina hava fyrireikararnir og Róðrarfelagið Knørrur í sátt og semju valt at strika stigini, ið Kongurin fekk. Tískil er nú bert eitt stig á muni, í staðin fyri 5, sum annars var kunngjørt.

 

Støðan í liðkappingini sær soleiðis út:

Róðrarfelagið Knørrur 2 – 14 stig

Argja Róðrarfelag – 13 stig

Havnar Róðrarfelag 3 – 12 stig

Róðrarfelagið Knørrur – 9 stig

Havnar Róðrarfelag 1 – 9 stig

Havnar Róðrarfelag 2 – 8 stig

 

Støðan í teimum ymsu bátastøddunum er hendan:

 

Barnaróður gentur

Havfrúgvin – 14 stig

Pílur – 12 stig

Beinta – 10 stig

Sílið – 8 stig

 

Barnaróður dreingir

Jallurin – 13 stig

Drekin – 13 stig

Sílið – 10 stig

 

5-mannafør gentur:

Falkur – 14

Drekin – 12

Sílið – 9

Blikur – 5

 

5-mannafør dreingir

Kollur – 13 stig

Teistin – 12 stig

Sílið – 11 stig

Jallurin – 9 stig

Ritan – 3 stig

 

5-mannafør kvinnur

Teistin – 14 stig

Drekin – 11 stig

Ritan – 6 stig

Beinta – 4 stig

 

6-mannafør menn

Rádni – 7 stig

Sundabáturin – 6 stig

 

6-mannafør kvinnur

Sundabáturin – 14 stig

Skúgvur – 6 stig

Fortuna – 6 stig

Gongurálvur – 5 stig

 

8-mannafør

Knørrur – 14 stig

Argjabáturin – 12 stig

Miðvingur – 5 stig

Heiðabáturin – 4 stig

 

10-mannafør

Kongurin – 11 stig

Havnarbáturin – 11 stig

Klaksvíkskingur – 7 stig

Ormurin Langi – 6 stig

Hvítravnur – 5 stig

 

Sum nevnt verður síðsta umfar í Runavík leygardagin klokkan 13. In.fo fylgir róðrinum.