Sambært blaðnum kann Føroya-málið lættliga koma til ta niðurstøðu, at Poul Nyrup Rasmussen, forsætisráðharri, gjørdi sama mistak, sum elvdi til, at undanmaður hansara, Poul Schlütter, mátti leggja frá sær: Hann gav Fólkatinginum rangar upplýsingar.
Tað avgerandi punktið er, hvat forsætisráðharrin í 1995 segði Fólkatinginum, tá hann kunnaði um, hvat stjórnin í 1993 hevði sagt Føroyum um Føroya Banka.
Málið verður viðgjørt í stuttari grein á síðu 2 í blaðnum. Umframt stutta frágreiðing um leiklutin hjá Den Danske Bank snýr greinin seg eisini um tað spennandi árið, sum bíðar forsætisráðharranum: Fólkaatkvøðan um Amsterdam-avtaluna tann 28. mai og eitt Fólkatingsval, helst miðskeiðis í september, eru mál, sum kunnu skapa Nyrup-stjórnini trupulleikar, metir bretska vinnublaðið.
Leiðarar í vinnulívinum um allan heim lesa Financial Times.