Finansiel Stabilitet kann ikki reka banka

Uppgávan hjá Finansiel Stabilitet er at avvikla bankarnar, sum verða yvirtiknir. Í Føroyum er eitt undantak tó gjørt við Eik Banka, og tí verður roynt at selja bankan til onnur, sigur Jørn Astrup Hansen í einum innhýsisskrivi til starvsfólk í Eik í dag. Finansiel Stabilitet kann ikki reka ein banka í longra lagi. Uppgávan hjá felagnum er at tryggja peningin hjá innskjótarunum í bankanum, og annars at avvikla bankarnar, sum verða yvirtiknir. Í Føroyum er eitt undantak gjørt, og tí verður roynt at selja bankan til onnur. Roknað verður við, at hetta fer at eydnast..

Tað sigur Jørn Astrup Hansen, stjóri í Eik Banka, í einum innanhýsisskrivi til starvsfólk í Eik í dag.

Skrivið til starvsfólkini kemur, eftir at nógv umtala hevur verið av søluni av Eik Banka seinastu dagarnar. Milum annað segði Jørgen Niclasen, formaður í Fólkaflokkinum, á landsfundi um vikuskiftið, at tað almenna skuldi ikki yvirtaka Eik.

- Vit hava betalt nógvan pening fyri at vera við í bankapakkum, sum skuldi vera ein trygd fyri bankakervinum og sum tryggja støðufesti í tí. Men nú trygdin og støðufestið skal standa sína roynd, vísir tað seg kortini, at bankin skal hongjast um hálsin á skattgjaldaranum, segði Jørgen Niclasen.

Jørn Astrup Hansen vísur til viðmerkingarnar hjá formanni Fólkafloksins í sínum skrivi og kallar tær eina misskiljing.

- Finansiel Stabilitet ? ella Afviklingsselskabets til sikring af finansiel stabilitet, sum er fulla navnið hjá felagnum ? hevur til endamáls at tryggja tey, sum eiga pengar í bankunum. Hetta hava vit eisini gjørt í Føroyum. Felagið hevur ikki til uppgávu at tryggja bankakervið ella at bankar yvirliva. Hinvegin verður roknað við, at Finansiel Stabilitet avviklar neyðstaddar bankar, sum tað hevur verið neyðugt at yvirtaka, sigur Jørn Astrup Hansen.

Eik Banki var seinasti peningarstovnur, sum Finansiel Stabilitet yvirtók, áðrenn Bankapakki 1 gekk út í september. Allir hinir bankarnir, sum Finansiel Stabilitet hevur yvirtikið, eru avviklaðir. Tað verður eisini roknað við, at Eik Bank Danmark verður avviklaður.

- Við Eik Banka Føroya er tað øðrvísi. Hóast somu reglar eru galdandi fyri Føroyar, hevur Finansiel Stabilitet ikki sett sær fyri at avvikla Eik Banka í Føroyum, men bara eigaraviðurskiftini av bankanum. Tá Eik Banki er leysur av eigaraskapinum av Eik Bank Danmark og trygdini mótvegis bankanum, er eingin grund til at halda, at bankin ikki kann halda fram við sínum virksemi, sigur Jørn Astrup Hansen.

Men tað verður ikki Finansiel Stabilitet, sum fer at reka Eik Banka. Tað kann felagið ikki.

- Ynskið um eina skjóta sølu av Eik skal síggjast í ljósinum av, at Finansiel Stabilitet hevur avmarkaðar møguleikar at átaka sær eitt varðandi eigaraskap av bankanum, sigur Jørn Astrup Hansen.

Stjórin í Eik ger greitt, at tað er framvegis ætlanin at selja bankan innan 10. desember, og roknað verður við, at hetta fer at eydnast.

- Tí er eingin orsøka at lata ótta koma á nakran ? hvørki starvsfólk ella kundar í bankanum, sigur Jørn Astrup Hansen.