Fingið endaligt byggiloyvi til flakavirki á Tvøroyri

?Virkið verður liðugt í oktober, november og ætlanin er at taka ímóti einum 2.000 tonsum av fiski um árið.

Nú skal eitt nýtt flakavirki byggjast á Tvøroyri.

Tað er Delta Seafood, sum frammanundan hevur virkið á Sandi, í Skopun og á Tvøroyri, sum nú fer undir at byggja nýtt virki á Tvøroyri.

Arbeitt hevur verið við ætlanini í eina tíð og týskvøldið samtykti Tvøroyrar Býráð einmælt at geva Delta Seafood tað endaliga byggiloyvi.

Kommunan hevur nú fylt út, hækkað stykkið ájavnt sum byggjast skal á ájavnt bryggjukantin og slættað tað.

Ætlanin var, at virkið skuldi standa liðugt í summar. Men tíðarætlanin hevur ikki hildið, so nú verður virkið ikki liðugt fyrrenn í oktober ella november.

Tá ið virkið er liðugt, fer Delta at flyta virksemi sítt á Tvøroyri úr hølunum, sum tað nú heldur til í, yvir í nýggja virkið.

Tað nýggja virkið verður 15 x 60 metrar, ella 900 fermetrar stórt.

Tað fer at kosta onkustaðni ímillum tvær og tríggjar milliónir krónur at byggja.

ES krøvini gera tað neyðugt

Magnus Jespersen, stjóri á Delta Seafood á Tvøroyri, sigur, at tað eru tey heilsufrøðiligu krøvini frá ES sum ger, at tað er neyðugt at byggja nýtt virki.

Delta Seafood byrjaði á Tvøroyri á sumri í 1995 og síðani hevur tað gingið framá.

Í 1996 tók felagið stig til at lata bæði virkið á Sandi og í Skopun upp.

Og virksemið á Tvøroyri gongur so mikið væl, at teir hætta sær undir nýggjan virkisbygning.

Magnus Jespersen sigur, at í nýggja virkinum fara tey at hava fleiri møguleikar at arbeiða enn tey hava í hølunum, tey nú húsast í.

? Har, vit nú eru, fáa vit ikki gjørt annað enn skorið fiskin til flak, og selt tey fesk, og arbeitt saltfisk.

? Men í nýggja virkinum fáa vit m.a. eisini fryst flakið.

Men harumframt síggja teir eisini aðrar møguleikar fyri sær, sum Magnus Jespersen ikki leggur í at siga nakað um enn.


2.000 tons um árið

Stjórin á Delta Seafood sigur, at teir roknað við at taka ímóti 2.000 tonsum av fiski um árið í nýggja virkinum.

Í virkinum sum er, arbeiða um 25 fólk og rávørunøgdin hevur eisini ligið um 2.000 tons um árið.

Í fjør vórðu um 4, 2 milliónir útgoldnar í lønum.

Í nýggja virkinum væntar Magnus Jespersen at tað verður eitt sindur meiri virksemi, enn tað er í virkinum, sum er.

? Í nýggja virkinum eru í hvussu so er rúmari ræsur. men hartil skal sigast, at vit leggja okkum ikki eftir teimum stóru nøgdunum. heldur leggja vit okkum eftir at fáa sum mest burturúr tí, sum it fáa, sigur hann.

Fiskin fáa tey ymsastaðni frá. Nakað verður eyðvitað keypt á Fiskamarknaðinum. Men hann vísir á, at Delta hevur eisini eitt sera gott samstarv við Føroya. Fiskavirking á Tvøroyri og Hamranes í Hvalba.

? Tað samstarvið gongur út uppá, at tá í Fiskavirking ella Hamranes keypa eina last, tekur Delta Seafood ímóti fiskinum, sum tey ikki brúka ikki brúka, og øvugt, sigur Magnus Jespersen.