Fingið nýtt tilboð frá Bournemouth

Claus Bech Jørgensen hevur nú fingið tilboð frá Bournemouth um at leingja sáttmálan við tveimum árum

Claus Bech Jørgensen, sum hevur føroyska mammu, skrivaði í fjør undir ein 1 ára sáttmála við Bournemouth. Hesin sáttmáli kom í lag, eftir at hann hevði royndarvant í enska felagnum, og sáttmálin kundi leingjast við einum ár, um partarnir samdust um tað.

Men enska felagið er so væl nøgt við Claus Bech Jørgensen, at felagið nú vil hava hann at binda seg í einum nýggjum tvey ára sáttmála.

Claus Bech Jørgensen hevur spælt sum vongur á liðnum hjá Bournemouth, og hann stóð seg so væl í fyrsta ári sínum í enskum fótbólti, at hann varð valdur til ársins spælara í felagnum.


Venjarin væl nøgdur

- Tað er gott at vita, at fólk eru nøgd við spælið hjá mær, men tað snýr seg fyrst og fremst um liðið, og eg eri sera fegin um, at eg kann halda fram í Bournemouth, sigur Claus Bech Jørgensen. Hann sigur, at spælararnir gleða seg nógv til at sleppa í gongd við nýggja kappingarárið í august mánað.

Venjarin hjá Bournemouth, Mel Machin, er fegin um sín hálva føroying.

- Claus hevur ment seg nógv, síðani hann kom í felagið, og eg fegnist um, at hann heldur fram her. Hann gevur seg altíð fult út fyri liðið, og tað eru slíkir spælarar, sum kunnu alt liðið í gongd, sigur Mel Machin.