Fingu 660 føroyingar afturat

Fólkatalið veksur framvegis – men vøksturin er avhæsaður

Í farna mánaði búðu 54.100 fólk í Føroyum, og tað eru 660 fólk, ella 1,2 prosent fleiri enn í oktober í fjør. Hetta vísir ein uppgerð hjá hagstovuni. Sostatt heldur fólkatalið fram at vaksa, men vøksturin er avhæsaður, tí frá oktober í 2020 til oktober í fjør, vaks fólkatalið 1,4 prosent.

 

Sum heild hevur vøksturin í fólkatalinum verið lakari hesi seinastu árini, enn hann hevur verið.Fólkatalið verður ávirkað av nettoflyting, sum er munurin millum tilflyting og fráflyting, og burðaravlopi, sum er munurin millum fødd og deyð.

 

Íkastið til fólkavøksturin frá burðaravlopinum er minkað nógv seinasta árið. Høvuðsorsøkin er, at deyðatalið hevur verið hægri enn vanligt. Minkaða burðaravlopið verður tó partvíst uppvigað av nettoflytingini, sum er vaksin nakað í sama tíðarskeiði. Korona hevði við sær, at færri fluttu til og úr Føroyum á sumri 2020, men um ársskiftið í 2020 kom gongd aftur á flytingarnar. Síðani tá er tilflytingin vaksin meira enn fráflytingin, og tað hevur ført til eina lítla øking í nettoflytingini seinasta árið.

 

Nú flyta í miðal 110 fólk av landinum um mánaðin, men fyri einum ári síðani vóru tað 117 fólk, sum flutti av landinum. Hóast hesa minkingina hevur fráflytingin ikki verið hægri enn tað sama síðan á sumri 2014.

 

Alsamt fleiri fólk fluttu til Føroya fram til juni mánaða í ár, og er síðan tá er tilflytingin minkað nakað aftur. Nú flyta í miðal 160 fólk til Føroya um mánaðin, men um somu tíð í fjør fluttu 151 fólk til landið. Burðartalið komið at liggja í eini fastari legu, sum er, at 52 børn verða fødd í miðal um mánaðin.

 

Í sama tíðarskeiði er deyðatalið vaksið óvanliga nógv, men nú er eisini tað komið at liggja í eini fasta legu, sum er, at 43 doyggja í miðal um mánaðin. Til samanberingar hevur deyðatalið seinastu mongu árini ligið um 30 í miðal um mánaðin.

 

Tað er kanska vert at leggja til merkis, at hóast Sandoyggun fær fast samband um eitt ár, hevur tað ikki fingið fólk at flyta í Sandoynna, tvørtur minkar fólkatalið í Sandoynni eitt vet.