Fingu ein langan túr

Flogfarið fleyg í klingur í fimm korter, áðrenn tað lendi

Tað er eitt sindur av ólagi á ferðsluni í dag og SAS hevur avlýst dagsins túr ímillum Danmark og Føroya.

Fyrsta flogfarið hjá Atlantsflogi til Føroyar í morgun, var tað, sum skuldi koma úr Bergen, og sum skuldi lenda klokkan 11.

Men tað var kavsvart í mjørka, so flogfarið fleyg í klingur vestanfyri Sandoynna í fimm korter, áðrenn tað lendi, so ferðafólkini fingu ein langan túr fyri pengarnar í morgun.

Men hetta merkir so aftur, at fyribils eru nøkur flogfør seinnapartin í dag eisini seinkað eitt sindur.