Beint fyri klokkan tvey í gjár varð boðað frá,a t roykur kom úr einum húsum í Miðvági. Eldur var í einum gassovni, sum var í ólagi. Men eldur varð sløktur, áðrenn hann gjørdi størri skaða.
Um sjeytíðina í gjárkvøldið varð boðað frá, at ein persónur koyrdi bil ávirkaður av rúsdrekka. Løgreglan fór at leita, men fann ikki bilin, so har spurdist einki burturúr. Men vakthavandi á politistøðini í Havn sigur, at tey halda eyga við hesum bilinum.
Í gjár varð eisini boðað frá grind á Sundi. Men talan var um nísur, so meira varð ikki gjørt við tað.
Seinasta samdøgrið hevur løgreglan gjørt nøkur málrættað átøk, har tey kanna ferðsluna og bilførarar, men har varð einki mál skrivað. Millum Fjarða í Eysturoy koyrdi ein bilur á ein seyð.
Annars hevur løgreglan seinasta samdøgrið tikið nummarpláturnar av fýra bilum, sum annaðhvørt ikki hava rindað trygging ella vegskatt – ella ikki hevur møtt til sýn.