Fingu góðar 300.000 krónur í endurgjaldi

Føroya Rættur hevur nú tikið støðu til eitt vanlukkuligt húsakeyp í Havn

Í fýra ár hava Katrin Joensen og Álvur Hansen, í Havn, liva í óvissu. Men nú er óvissan av - í hvussu so er fyribils.

 

Í 2012 keyptu tey eini hús í Havn, sum skuldu vera karmurin um familjulívið framyvir. Men tað var heilt skjótt, at tey varnaðust at okkurt var spinnandi galið, tí tað var ikki inniverandi.

 

Tað vísti seg, at at húsini vóru so illa fongd við soppi, at tað var ikki búgvandi í teimum.

 

Tískil máttu tey flyta og hesi seinastu fýra árini hava tey sostatt stríðst fyri at fáa endurgjald fyri at hava keypt eini hús við so nógvum fjaldum brekum, at tað ikki er búgvandi í húsunum.

 

Tað endaði við sakarmálið ímóti fyrrverandi eigaranum, og nú er dómurin loksins fallin.

 

Katrin Joensen sigur, at Føroya Rættur er komin til ta niðurstøðu, at fyrrverandi eigarin skal rinda teimum 311.000 krónur, umframt rentu, so tilsamans ljóðar rokningin upp á einar 330.000 krónur.

 

Harafturat skal fyrrverandi eigarin rinda 65.000 krónur í sakarmálskostnaði, umframt teirra egna sakførara.

 

Katrin Joensen dylir ikki fyri, at tey eru eitt sindur vónbrotin, tí upphæddin tey fáa, er lægri enn tey høvdu vónað.

 

Endurgjaldið er nevniliga væl lægri enn tær útreiðslur tey hava havt í samband við skaðan, eisini tí at tey máttu rýma úr húsunum, og fáa sær bráðfeingis innivist.

 

– Men hinvegin, hálaðu vit ikki mótpartin í Rættin, fingu vit ikki eina krónu, ásannar hon eisini.

 

Annars vísti ein meting hjá byggikønum, at tað fór at kosta einar 400.000 krónur at umvæla brekið.

 

– Nú tað avtornaði, og fýra ár við ruðuleika eru farin afturum, hava vit havt útreiðslur sum eru væl hægri enn ta endurgjald, vit fáa, sigur Katrin Joensen.

 

Hon sigur, at nú fara tey at viðgera dómin saman við sakføraranum áðrenn støða verður tikin til, um farið verður víðari við málinum, ella um tey skulu góðtaka dómin.

 

– Tað gerst jú eisini ein spurningur um, hvussu treiskur ein skal vera, leggur hon afturat.