Fingu góðar 5 krónur fyri gulllaksin

- Prísmunurin á gulllaksi og upsa ger, at upsin loysir seg betur, tá veiðan er góð, sigur ísfiskareiðari.

 

 

 

Tað eru seks skip - ella trý partrolarapør - sum plaga at fiska gulllaks í summarhálvuni, frá fyrru hálvu av apríl til nakað út á heystið.

Millum skipini, sum á hvørjum ári eru á hesi veiði, eru Eysturbúgvin og Vesturbúgvin, sum fyri tað mesta leggja veiðina upp á Toftum.

Reiðari á Vesturbúgvanum er Dánjal í Skálum í Vestmanna, og hann heldur, at gulllaksavertíðin í ár samanlagt var á einari leið.

- Men, vit noyðast at ásanna, at teir stóru og skjótu túrarnir, sum plagdu at vera á gulllaksi, eru ikki líka nógvir, sum teir vóru, tá tað gekk best.

Um gulllaksaprísin í ár, sigur reiðarin, at teir fingu 5,10 krónur fyri kilo í vertíðini í ár, men hann heldur fyri, at prísurin á gulllaksi er lítið broyttur hesi seinnu árini.

Upsaveiðan hevur verið skiftandi. Onkrir partrolarar hava gjørt góð hál og síðan hevur einki verið at fingið.

- Eg vil siga, at tá upsaveiðan roynist væl, loysir hon seg betur enn gulllaksaveiðan, men tá upsaveiðan ikki roynist, gevur gulllaksaveiðan meira. 

Dánjal í Skálum sigur, at tað eru einar 2-3 krónur á muni á prísinum á gulllaksi og upsa, og tað er hetta, sum ger munin, leggur hann aftrat.

##med2##

Á Havstovuni vita tey at siga, at gulllaksur livir bæði í eystara og vestara parti av Atlantshavinum.

Í eystara parti finst hann úr økinum vestan fyri Írland, við Norðurongland og í norðara parti av Norðsjónum, í Skagerrak, undir Føroyum og Íslandi og við Noreg og Svalbard.

- Gulllaksur er á djúpum vatni - úr 150 metrum og niður á 1400 metrar. Fiskurin stendur bæði við botn og er eisini eitt sindur uppi í sjónum, leysur av botni.

Lagt verður aftrat, at gulllaksur lívfrøðiliga verður roknaður sum ein djúpvatnsfiskur, ið viðkomandi lond hava bundið seg til at fiska við serligum fyrivarni.