Mikukvøldið gingu tvey umboð frá starvsfólkadeildini hjá Tórshavnar býráði húsagongd í Kollafirði. Við sær høvdu tey brøv, har sagt varð frá, at setanarviðurskiftini hjá dagrøktarum í Kollafirði við Tórshavnar býráð hervið eru endað.
Dagrøktararnir vórðu sagdir úr starvi, um teir ikki møttu til arbeiðis hósdagin. Tað gjørdu teir ikki, og harvið vórðu teir sagdir úr starvi.
Mariann Dam metir hesi brøv sum eina hóttan.
? Her komu tveir menn á dyr við brævi, ið boðaði frá, at eg varð uppsøgd, møtti eg ikki til arbeiðis, sigur Mariann Dam.
Hon heldur, at veruligi trupulleikin er, at býráðið ikki vil hava nakað samstarv við Føroya Arbeiðarafelag. Hetta hevur býráðið tó ongantíð sagt bart út, men tað kann lesast millum linjurnar.
Boygdu seg
? Vit gingu við til at fara undir sáttmálan fyri dagrøktarar hjá Starvsmannafelagnum, hóast hetta merkir, at vit fóru niður í løn. Hetta bar tó ikki til, sigur Mariann.
Hetta er ikki í tráð við tað, ið Jan Christiansen sigur við útvarpið mikudagin. Har sigur hann, at býráðið ikki hevur nakran trupulleika við, at dagrøktararnir eru limir í Kollafjarða Arbeiðsmannafelagi. Trupulleikin er, at býráðið ikki fer at gera tveir sáttmálar um sama starvsøki.
Mariann Dam sigur, at hon ongantíð hevði droymt um, at tað fór at enda við verkfalli. Eini 80 børn hava verið í dagrøkt í Kollafirði, og tí eru fleiri foreldur, ið ikki sleppa til arbeiðis.
Enn er óvist um Tórshavnar býráð fer at søkja eftir nýggjum dagrøktarum í Kollafirði, men tað verður óivað torført at finna nakran, ið vil átaka sær hetta.