- Tað hava verið ov fáar gistingar og tí hevur tað ikki malið runt fíggjarliga, sigur Andreas Andreasen, stjóri, sum í dag letur Hotel Runavík aftur. Í samrøðu við málgagnið hjá Heimamissiónini, Trúboðan vísir hann á, at nógv fólk eru komin inn á hotellið at eta, og at matstovan hevur koyrt væl. Hesin parturin var kortini ov lítil í mun til samlaðu støðuna, tí ov fáa fólk hava gist her.
Enn er óvist hvat hendir við hotellinum. Næstformaðurin í nevndini, Jaspur Langgaard sigur, at tey hava tosað um støðuna, men at einki er avgjørt.
Óvist er eisini, um tað verður koyrt eftir sama konsepti í framtíðini.
- Hjúnini Andreas og Kirstin hava gjørt og eitt gott arbeiði. Tá tey ikki fingu tað at mala runt, so verður tað trupult. Tí er ógreitt, um tað letur upp aftur sum sjómansheim ella sum annað virksemi, sigur næstformaðurin.
Ein møguleiki er at bygningurin snøgt sagt verður lýstur til sølu.