Løgreglan í Tromsø visti í morgun at siga, at eitt norskt fiskiskip hevur fingið eitt lík í trolið undir fiskiskapi í sonevnda Loynikrókinum í Barentshavinum.
- Vit hava fingið at vita, at talan er um eitt lík, sum partvís er í upploysn. Vit hava ongar ábendingar um, hvør persónurin er, og vit vita í løtuni ei heldur, um talan er um mann ella kvinnu.
Tað sigur átaksleiðarin hjá løgregluni, Karl-Erik Thomassen, við VG. Hann leggur aftrat, at líkið nú verður flutt til lands og verður síðan sent víðari til Tromsø til eyðmerkingar.
Í løtuni vil løgreglan ikki siga, hvør ítøkiliga knattastøðan er, har líkið er funnið, og tey vilja í løtuni heldur ikki upplýsa navnið á skipinum, sum fekk líkið í trolið.