Fingu ræst kjøt frá borgarstjóra

Tjóðveldisfólk hava havt arbeiðsdag í Vestmanna

Tingmanningin, landsstýrismanningin og fólkatingsumboðið hjá Tjóðveldi hava í dag havt arbeiðsdag í Vestmanna.

Har var tingmaðurin – og borgarstjórin í Vestmanna – Pauli T. Petersen vertur fyri arbeiðsdegnum.

Umframt at viðgera politisk og samfelagslig mál fingu tjóðveldisfólkini eisini ein góðan bita at eta. Á matarlepanum stóð ræst kjøt.

Myndin er tikin av Facebook-vanganum hjá Óluvu Klettskarð, og líkt er til, at Magni Arge, sum er umboð í Fólkatinginum, hevur verið myndamaður.