Hugdi tú eftir brúdleypinum í sjónvarpinum?
- Eg hugdi av og á, meðan eg var til arbeiðis. Vit hava eitt sjónvarp á Fiskasøluni, og hugt var, tá ið tíð var til tað. Tá ið so sjálv vígslan var, fingu vit sjampanju frá arbeiðsgevaranum. Komin til hús, tímdi eg ikki meir, og tá var oftast skift á onkra aðra rás.
Hvat heldur tú um danska kongshúsið?
- Eg haldi, at tey eru fínir ambassadørar fyri Danmark, og at tey eru við til at seta Danmark á heimskortið. Til dømis eri eg ikki í iva um, at øll í Australia og á Tasmania nú vita, hvar Danmark er, og tað vistu tey neyvan undan brúdleypinum.
Almennu Føroyar hava brúkt pengar upp á umboðan og gávu í sambandi við brúdleypið, hvat heldur tú um tað?
- Sjálvsagt skulu føroyingar fara í brúdleyp, og eg haldi tað verða í fínasta lagi, at løgmaður og løgtingsformaðurin vóru við, og at vit lata brúðarparinum eina gávu.