Í gjár var fitt av vindi ymsastaðni – og hóast vit av álvara eru á veg fram ímóti summarinum, var veðrið í gjár eitt dømi um, at tá ið fólk hava trampolin í havanum, er tað altíð best at fylgja við veðurtíðindnum. Undir øllum umstøðum er tað hent at tryggja trampolinuna.
Løgreglan sigur, at í gjár varð ein trampolin í Eysturoy tikin vindi og hon feyk á ein bil og eini hús, og tey fingu bæði skaða. Í bilinum brotnaði ein rútur og á húsunum fór trampolinin við eini takrennu.