Fingu meira av toski enn hýsu á Føroyabanka

Besti toskaprísur var góðar 33 krónur fyri kilo, og hýsan fór fyri 18,80.

Jákup Sverri er komin aftur av Føroyabanka, har skipið hevur gjørt váryvirlitstrolingar. Veiðan varð løgd upp á landingarmiðstøðini Barðinum í Havn.

 

Tað, sum kanska sermerkir henda túrin á Bankanum, er, at nøgdirnar av toski og hýsu eru nøkulunda tær somu á túrinum.

 

Og tað er enntá heldur meira av toski enn hýsu.

 

Tilsamans fekk Jákup Sverri 8,8 tons av toski og 8,6 tons av hýsu. Skipið hevði eisini onnur fiskasløg á túrinum.

 

Hyggja vit eftir nøgdunum av toski, vóru 7 tons av toski 1, 1,5 tons av toski 2, 0,2 tons av toski 3 og 0,1 tons av toski 4 - ella tilsamans 8,8 tons av toski.

 

Samlaðu nøgdirnar av hýsu vóru 8,6 tons, og vit kunnu leggja aftrat, at FoFish í Leirvík keypti alla hýsuna á uppboðssølu fyri ein kiloprís á 18,80.

 

Hyggja vit eftir, hvat toskurin varð seldur fyri á uppboðssøluni hjá Fiskamarknaði Føroya, fór toskur 1 fyri 33,20 og toskur 2 fyri 33,70. Prísirnir á toski 3 og 4 lógu millum 24 og 26 krónur fyri kilo.

 

##med2##

 

##med3##

 

##med4##

 

##med5##