Í meira enn eitt ár hava limirnir í Heilsuhjálparafelag Føroya verið í sáttmálaloysi, og orsøkin var fyrst og fremst, at hetta felag stóð í bíðirøð og slapp ikki framat at samráðast fyrr enn fyrst í hesum árinum. Onnur feløg stóðu fremri í bíðirøðini.
Men tá ið Starvsmannafelagið hevði gjørt sáttmála, var leisturin skorin, og týsdagin skrivaðu nevndin í Heilsuhjálaparafelag Føroya og Fíggjarmálaráðið undir semju um nýggjan sáttmála.
Lønarhækkanin er tann sama sum í sáttmálanum hjá Starvsmannafelagnum.
Sáttmálin er fyri fýra ár. Felagið hevur ongantíð áður havt sáttmála fyri so langt tíðarskeið.
- Tað dámar okkum væl, tí so verða betri stundir til at røkja allar hinar uppgávurnar, sigur Ása Holm, forkvinna.
Lønirnar hækka hvørt ár fram til 1. oktober 2014.
Nevndin fegnast serliga um, at viðbøturnar fyri kvøld- og náttararbeiði eru hækkaðar lutfalsliga nógv. Fyri arbeiði um kvøldið verður latin ein viðbót upp á 23 prosent av tímalønini í dagtænastuni, og náttarviðbótin er farin upp á 35 prosent. Sunnunátt verður sunnudagsviðbót goldin aftrat náttarviðbótini, og mánanátt verður leygardagsviðbót goldin aftrat náttarviðbótini.
Eftirlønin hjá limunum í hesum felag eru nú komin upp á 15 prosent.