Finleif í Suðuroy

Í dag, Leygardaginm klokkan 14, letur ein málningaframsýning upp í Gallarí Oynni á Tanganum á Tvøroyri.

Tað, sum Gallarí Oyggin hesuferð hevur at bjóða, eru málningar, sum Finleif Mortensen hevur málað.

Við á framsýningini eru 17 nýggir málningar.

Talan er um expressionistiskar landslagsmálningar, har íblásturin til fleiri úr Suðuroy.

- Málningarnar skulu ikki bara endurgeva støðini, men eru heldur spæl í litum og kompositónum og málningarnar eru málaðir í føgrum og glaðum litum, siga tey í Oynni.

Finleif Mortensen hevur sýnt fram fleiri ferðir og hann hevur verið við á bæði Ólavsøkuframsýningini og á Várframsýningini.

Seinastu árini hevur Finleif sýnt fram í Danmark og í Islandi, umframt at hann hevur verið við á listastevnun, eitt nú ART Copenhagen og ART Herning sum eru tær stóru listastevnurnar í Norðurlondum.

Framsýningin er opin til 14. august, allar dagar frá 14 til 18.

Myndin av Finnleif Mortensen er úr savninum.