Sambært løgregluni høvdu borgarar latið inn umleið 57 pakkar, sum tey høvdu funnið í økinum.
Um vikuskiftið fann løgreglan umleið 840 kilo av rúsevnum – helst kokain – sum er rikið á land í Sejerøvíkini og Sjællands Odde.
Kim Løvkvist, varapolitiinspektørur hjá Midt- og Vestsjællands Politi, vil ikki upplýsa, hvussu nógv løgreglan hevur funnið tilsamans.
Tað byrjaði, tá borgarar leygardagin funnu taskur, tá tey gingu túr á strondini við Sjællands Odde.
Síðani hava tey funnið fleiri taskur og pakkar í økinum. Myndugleikarnir hava funnið nakað, meðan borgarar latið ein part inn til myndugleikarnar.
/ritzau/