Valið í Grønlandi krevur síni offur. Fyrst fór Hans Enoksen frá sum formaður í Siumut, og í gjárkvøldið legði Finn Karlsen frá sær sum formaður í Atassut Í gjárkvøldið boðaði formaðurin í grønlendska flokkinum Atassut, Finn Karlsen, frá, at hann hevði søkt leiðsluna í flokkinum um at sleppa úr formansstarvinum.
Samstundis varð fráboðað, at floksleiðslan hevði tikið áheitanina til eftirtektar og fyrireikar nú eykalandsfund, sum skal velja nýggjan formann. Til nýggjur formaður verður valdur, røkir Jensine Berthelsen formansstarvið í Ataasut.
Atassut hevði stóra afturgongd á landstingsvalinum herfyri, og tí kom avgerðin hjá Finn Karlsen ikki so óvart á. Hann er annar floksformaðurin, sum hevur lagt frá sær síðani valið 2. juni. Hin var Hans Enoksen, ið fór frá sum formaður í Siumut longu dagin eftir valið.