Finn tín drink

Í náttarlívinum finnast nógvar ymiskar typur, og eingin eygleiðir og kennir tær betri enn tann, ið stendur hinumegin barrdiskin. Vit hava prátað við Rógva Mikkelsen, ið hevur drúgvar royndir sum barrvørður, um tann góða drykkin og um tær ymisku typurnar í náttarlívinum

Eitt hugnaligt leygarkvøld, tá tú situr heima við vinfólkum ella makanum, kann skjótt gerast nógv hugnaligari, um tú borðreiðir við onkrum leskilig­um drykki afturvið.

Ein drykkur er tó ikki bert ein drykkur, og tað krevur gott handalag at skapa tann góða drykkin. Á Lívstílsstevnuni í ár fer Rógvi Mikkelsen, sum dagliga hevur ábyrgd av barrini á Hvonn, og sum hevur fimm ára royndir sum barrvørður, bæði í Føroyum og í Keypmannahavn, á eitt nú NASA og Café Ketchup, at læra frá sær, hvussu tú ger tann góða drykkin.

Vit hava prátað við Rógva, og hava fingið nøkur góð ráð, um hvussu tú sjálvur kann gera tín egna guddómliga drykk – ella í øllum førum nærkast honum – og hvussu tú fært sum mest burturúr heimabarrini.

Harafturat hava vit eisini tosað um drykkir og typur, har vit hava fingið Rógva at seta ein drykk á hvørja typu av fólki.

Hvør hevur ikki hoyrt um tann klassiska Vodka Martini »Shaken – not stirred«, sum James Bond altíð biður um, ella tann ikoniska Cosmopolitan, ið er drykkurin hjá øllum Sex and the City fjepparum. Hesir eru tveir drykkir, ið eru blivnir væl marknaðarførdir og eru vorðnir heimskendir gjøgnum filmsheimin.