Finna tey bestu innan crossfit

Fyri fyrstu ferð í Føroyum verður um vikuskiftið skipað fyri almennari kapping í crossfit

 

 

Leygardagin skipar Tvørmegi, sum stendur fyri ítróttargreinini crossfit í Føroyum, fyri fyrstu crossfit kappingini í landinum.

 

 

Umleið 20 íðkarar, kvinnur og menn, hava boðað frá luttøku til kappingina, ið fer fram í hølunum hjá Tvørmegi, sum er í M.A. Winthersgøtu í Havn.

 

 

Kappingin byrjar klokkan 09 leygarmorgunin við eini felagsupphiting, og síðani verður farið undir at kappast í tilsamans trimum umførum, eisini kallað wods.

 

 

Eftir ætlan er kappingin liðug klokkan 15, tá vinnarin og nummar 2 og 3 verða funnin.

 

 

Í seinnapartssendingini á Rás2 fyrr í vikuni fortaldi Snorri Patursson, ið er ein av eigarunum av Tvørmegi, frá um crossfit sum venjingarhátt og um kappingina leygardagin. Trýst á pílin undir myndini fyri at hoyra alla samrøðuna.