Finnast hvassliga at Gillard

Australski forsætisráðharrin, Julia Gillard, vardi í gjár avgerð sína um at lata líkini av druknaðum bátsflóttafólkum verða liggjandi á sjónum, eftir eina vanlukku í farnu viku, tá ein bátur holvdist nærhendis Jólaoynni í Indiska havinum.

Í minsta lagi 55 fólk vóru umborð, og eingin er funnin á lívi eftir vanlukkuna.

– Eg haldi, at øll uppliva eina slíka vanlukku sum hjartaskerandi og syrgiliga, og tí vilja vit senda øllum ein greiðan boðskap, at setið ikki lív tykkara í váða og lívini hjá børnum tykkara umborð á slíkum bátum, segði Gillard.

Flóttafólk, sum ætla sær at søkja friðskjól í Australia seta ofta lívið í váða við at sigla ímóti Jólaoynni í ovurfyltum og vánaligum bátum, og síðstu árini eru hundraðtals flóttafólk druknað á slíkum ferðum.

Nógvir australiarar halda tó, at Julia Gillard bar seg skeivt at eftir hesa nýggjastu vanlukkuna, og tey atfinningarsomu siga, at var talan um australskar borgarar, hevði hon helst borið seg øðrvísi at.