Finnboga til áminningar

Tað vóru tung boð at fáa í morgun her í London, her vit eru ávegis til Suðurafrika í brúðleyp hjá soni okkara, Dánjal, at okkara góði og trúgvi vinur gjøgnum mong, mong ár, Finnbogi, var deyður.

Tað var stutt eftir ólavsøku, at hann og Ása komu inn á gólvið hjá okkum, og fortaldi okkum, at hann hevði fingið eina ólekiliga sjúku, so vit vistu, at hann livdi illa, men at lívsskeið hansara longu var runnið, tað varaði okkum ikki. Tá ið eg seinasta mikukvøld, kvøldið fyri vit fóru avstað, var og vitjaði Finnboga, hevði hann tað gott og vit høvdu eina sera góða løtu saman. Lítið vardi meg, at hetta var seinasta ferðin vit hittust, men vit vita ikki nær dagar okkara eru taldir, tað er bert Hann ið øllum valdar, ið veit tað.

Tað var á Norðoyastevnu í 1961 at vit báðir hittust fyrstu ferð inni hjá Nielsi á Biskupstøð og her knýttu eitt vinarband fyri lívið, eitt vinarband sum styrknaðï, tá ið vit bæði Kristiana byrjaðu at ganga saman og seinni giftust. Finnbogi gekk tá á studentaskúlanum, og tá ið hann gekk í 3.g. byrjaði hann at atbeiða í útvarpinum. Eitt arbeiði, sum hann gekk uppí við lív og sál, og tá ið studentsprógvið varð tikið, valdi hann sær fjøllmiðlaarbeiði sum lívsstarv.

Tað var ein spennandi tíð at arbeiða í útvarpinum fyrst í seksti árunum. Manningin var ikki stór og senditíðin ikki long, men sendingarnar vóru fjøllbroyttar og hugfloginum biltið ikki. Soleiðis vóru Finnbogi og eg mangan á ferð. Í Trøllhøvda eftir líra saman við Sjúrða í Kirkjubø, ræning í Skúgvi, og ikki at gloyma, tá ið Hvalbingar vóru veðurfastir í Líttla Dímum, og vit báðir fóru suður við Jens Chr. Svabo. Tað er ein løgin kensla at hugsa sær, at teir flestu av teimum, sum tá vóru í útvarpinum ikki eru millum okkara longur.

Finnbogi og eg vóru eisini saman annan páskadag í 1966, tá ið ungir klaksvíksingar hittu hann í Havn og bóðu hann um at stilla upp fyri Tjóðveldisflokkin í Norðoya valdømi til løgtingsvalið í november. Finnbogi tók av og var hetta ein avgerð, sum hevði stóran týdning í lívi hansara. Hann varð valdur á ting, bert 23 ára gamal. Tað var annars spennandi at bíða eftir endaliga valúrslitinum í 1966. Eitt valstað, Norðdepli, hevði ikki talt persónligu atkvøðurnar upp valkvøldið, so bíðast mátti eina viku eftir endaliga úrslitinum. Tá ið tað so stutt fyri tíðindasendingina um kvøldið gjørdist greitt, at Finnbogi varð valdur, sendi Niels Juul meg út til hansara at siga honum frá, tí Niels Juul helt ikki at hann skuldi frætta tað gjøgnum Útvarpið. Sum politikari setti Finnbogi sær altíð stór mál og flestu av teimum náddi hann. Hann endaði sítt politiska starv í landsins hægsta sæti, sum løgtingsformaður.

Tað verður hugtungt hjá okkum at koma heim aftur og vita sær, at eingin Finnbogi er okkara millum longur. Ein stór tóm gjógv er í okkara vinarskarða og saknurin verður stórur, men saknurin og sorgin eru stórst hjá tær Ásu, og hjá tykkum báðum, Jón og Høgna. Hann, ið valdar ævum øllum, Hann styrkir og troystar tykkum í stóru sorg tykkara.

Friður verið við minninum um okkara trúgva og góða vin, Finnboga Ísakson.

Kingston upon Tames, 7. september 2005

Kristiana og Marius