Finnbogi var sera gløggur politikari

 Finnbogi Ísaksson er ein tann gløggasti og best analyserandi politikarin, sum føroyingar hava átt, og hann hevði stóra virðing tvørtur um floksmørk, sigur Høgni Hoydal, formaður í Tjóðveldisflokkinum

Formaðurin í Tjóðveldisflokkinum heldur, at Finnbogi Ísaksson var ein burturúr gløggur politikari, og at Finnbogi hevði stóra virðing í politiska umhvørvinum.
 Alt ov tíðliga hava vit mist ein stóran politikara, stóran menta- og fjølmiðlamann, sum hevur lagt so ótrúliga nógv eftir seg í nútímans samfelagnum, sigur Høgni Hoydal.
 Tjóðveldisflokkurin og loysingarrørslan hava mist ein av sínum mest markantu og dugnaligu politikarum. Finnbogi Ísaksson er ein tann gløggasti og best analyserandi politikarin, sum føroyingar hava átt, og hann hevði stóra virðing tvørtur um floksmørk.
 Men Ása hevur mist mannin og lívsfelagan, og synirnir hava mist pápan, og okkara tankar og samkensla leitar fyrst og fremst til teirra. Vit vildu unt Ásu, synunum og familjuni, at tey kundu havt notið góð ár, nú Finnbogi valdi at fara av politiska pallinum á lutfalsliga ungum aldri, men soleiðis skuldi ikki verða.
 Vit minnast Finnboga í takksemi og við virðing, sigur Høgni Hoydal.