Finnbogi Ísakson er slettis ikki samdur við formanninum hjá sær ? Hein O. Heinesen ? at fólkatingsvalið er eitt gott barometur at finna eitt løgmansevni hjá Tjóðveldisveljarum.
? Nei, eg eri ikki samdur við Heina í, at fólkatingsvalið er gott høvi hjá veljarnum at vísa á eitt løgmansevni. Tað kann jú hugsast, at heilt aðrir enn fólkatingskandidatar stilla upp til løgtingsvalið.
? Sjálvur vil eg vísa á Signar á Brúnni, sum eitt av fremstu løgmansevnunum hjá flokkinum.
? Og hann er slettis ikki stillaður upp til fólkatingsvalið, sigur Finnbogi.
Fyrrverandi formaðurin í flokkinum vísir eisini á, at møguleiki er eisini fyri, at veljarin júst velur fólk á fólkating, sum hann ikki ynskir sum løgmansevni.
? Tað kann jú hugsast, at veljarin er so troyttur av at velja umboð á fólkating, sum síðan ikki fara at røkja tað starvið, tí viðkomandi eitt nú gerst løgmaður, sigur Finnbogi Ískason.
Ongin ósemja
Finnbogi Ískason vísir eisini aftur, at talan er um nakra ósemju millum seg og formann floksins Heina O. Heinesen.
? Tað er ongin ósemja, sigur hann.
? Vit hava bara ikki altíð somu áskoðan. Soleiðis er tað eisini í øðrum flokkum, leggur hann aftrat.
Samstundis heldur Finnbogi fast við síni úttalilsi til danskar fjølmiðlar um, at hann ? um hann verður valdur á fólkating ? fer at vísa á tann danska forsætisráðharran, ið tænir føroyskum áhugamálum best.
Og harvið blanda seg beinleiðis í danskan politikk.
Aðrastaðni í blaðnum í dag eru aðrir limir í Tjóðveldisflokkinum alt annað enn fegin um ta solo-kós, Finnbogi hevur lagt í hesum máli. Men Finnbogi verjir seg við at siga, at málið hjá Tjóðveldisflokkinum hevur altíð verið at reka tjóðveldispolitikk.
? Og tað fara vit eisini at gera á fólkatingi. Í Føroyum hava vit jú verið noydd at taka undir við uppskotum frá javnaðarflokkinum, tá vit hava verið í samgongu.
? Hetta merkir tó ikki, at vit hava ført javnaðarpolitikk, sigur hann.