Finnið løtur at venja skúlaleiðina

Tað eru ráðini frá Ráðnum fyri Ferðslutrygd, nú fyrsti skúladagur nærkast.

 

Nú er summarið farið at halla og skjótt byrja skúlarnir aftur. Fyri hesi bæði - og umleið 760 onnur børn - er hetta teirra fyrsti skúladagur og ivaleyst eru mong børn (og foreldur) sera spent.

Gevið tykkum stundir at venja skúlaleiðina saman við børnunum. Tess meira børn sleppa at venja í ferðsluni saman við foreldrum, ella øðrum góðum fyrimyndum, tess fyrr duga tey sjálvi.

Á heimasíðu okkara finnur tú fleiri góð hugskot til, hvussu tit kunnu venja í ferðsluni.

https://www.rff.fo/born-til-gongu