Finnland er nú bæði OL og HM-vinnari í íshokki

Finnland vann HM-gull á heimavølli

Íshokkifeburin í tí stóra íshokki-landinum, Finnlandi hevur ongantíð verið hægri.

 

Fyrr í ár vann Finnland olympiskt gull í íshokki, og nú hava teir eisini vunnið HM-gull á heimavølli. 

 

Finnland vann 4-3 aftaná longda leiktíð. Tað hendi ikki nógv tvær tær fyrstu periodirnar. Kanada legði seg á odda 1-0 í aðru periodu, men triðja perioda var eitt satt fýrverk við fimm málum. 

 

Finnland hevði 10 gyltar minuttir í triðju periodu, har teir skoraðu trý mál og fingu eina 3-1 leiðslu. Seinastu tveir minuttirnar megnaði Kanada at skjóta tvey mál, og so var javnleikur 3-3 og longd leiktíð á skránni.

 

Sjey minuttir inni í longdu leiktíðini gjørdist Sakari Manninen tjóðarhetja í Finnlandi við at skjóta avgerandi sigursmálið til 4-3, og so var alt Finnland á hinum endanum. 

 

Finnland–Kanada 4–3 (0–0, 0–1, 3–2, 1–0)

 

Kekkia vann HM-bronsu aftaná 8-4 sigur á USA í bronsufinaluni.

 

Svøríki reyk út í fjórðingsfinalunum aftaná 3-4 ósigur fyri Kanada aftaná longda leiktíð.

 

Danmark rakk ikki fjórðingsfinalunum, men teir vunnu ein fantastiskan 3-2 sigur á Kanada í innleiðandi bólkinum. Talan var um fyrsta sigurin hjá Danmark á Kanada nakrantíð í einari altjóða kapping.