Í kvøld sigur finski uttanríkisráðharrin, Pekka Haavisto, at Finnland fer at herða krøvini til russiska ferðslu um markið til Finnlands.
Hetta segði hann á einum tíðindafundi, og tað er finska ávísin, Helsingin Sanomat, sum endurgevur uttanríkisráðharran.
Sambært Pekka Haavisto verða herdu krøvini sett í verk ein av fyrstu døgunum.
Allar ferðir, sum hava við russiska ferðavinnu at gera, fara ikki longur at sleppa um markið.
Hetta geldir bæði tey, sum ferðast við Schengen-visum, sum Finnland áður hevur útskrivað og tey, sum ferðast við Schengen-visum, sum tey hava fingið í øðrum londum.
Tað var fyrr í dag, at Finnland boðaði frá, at landið fer at seta í verk strangari tiltøk ímóti russiskum ferðafólki, og í kvøld gjørdist tað so greitt, at hetta fer at verða gjørt ein av næstu døgunum.