Kappingin er deild í 7 bólkar, og Føroyar eru í bólki saman við Serbia og Ísrael.
Finnland er í bólki saman við Bosnia&Herzegovina og Litava, og har hava teir tapt ein dyst og vunnið ein. Finnland spælur í bólki 5.
Endaspælið verður spælt í Croatia í 2009, og spennandi verður at síggja, um kanska Serbarnir fara at klára seg væl. Teir hava í øllum førum eitt sera sterkt lið, og kunnu náa langt, um tað gongst teimum eftir vild, og hepnið er við teimum.