Finnlands-svenskarar hóttir

Finska politiið hevur sett í verk eina kanning av dulnevndum morðhóttanum, sum síðstu dagarnar eru settar fram mótvegis kendum finnlands-svenskarum.

Serliga leggur politiið stóran dent á, at talan er um fleiri fólk, sum innan fyri rættiliga stutta tíð eru hótt, og at tað eftir øllum at døma bara er, tí tey hoyra til ein ávísan málsligan bólk.

Finski forsætisráðharrin, Jyrki Katainen (myndin), fordømir hóttanirnar og sigur, at nú er eisini neyðugt, at politikararnir tala at, tí eingin kann liva við, at fólk verða hótt eftir lívinum, bara tí tey tosa finnlands-svenskt.

Nógv málsligt kjak hevur verið í miðlum og aðrastaði í síðstuni í Finnlandi, men at tað nú hevur elvt til beinleiðis hóttanir um morð, skelkar almenningin, og politiið hevur tí av sær sjálvum tikið málið upp.