Finnleif framsýnir í Fuglafirði

Fríggjadagin letur 39 ára gamli listarmaðurin, Finnleif Mortensen av Argjum upp málningaframsýning í Ribarhúsi í Fuglafirði.

Á framsýningini hevur hann íalt 22 oljumálningar, sum hann hevur málað síðani á heysti í fjør. Seinasti málningurin varð málaður í farnu viku.
Íblásturin til myndirnar er fingin til vega úr føroyskum bygdarløgum og úr teirri vøkru náttúruni, har honum dámar væl at ferðast í.
Framsýningin í Ribarhúsi letur upp fríggjadagin kl. 15 og er eisini opin leygardagin frá kl. 10 til 13 og sunnudagin frá kl. 14 til 19. Annars er framsýningin í stóran mun opin, tá Piddasa Handil er opin ? hetta fram til 18. mai.
Finnleif Mortensen hevur áður luttikið á Várframsýningum og Ólavsøkuframsýningum, eins og hann hevur havt fleiri framsýningar sjálvur í Smiðjuni í Lítluvík. Í juni mánaði fer hann aftur at hava framsýning í Smiðjuni.