Borgarstjórin :
"Heldur ikki, at býráðslimir skulu vita, hvat landsstýrismaðurin skrivar til kommununa.
"Heldur at málið viðvíkjandi bygging av ellis-og røktarheimi, ikki er búgvi til støðutakan.
"Undrast yvir manglandi tørvskanning í Suðuroy. Har kann upplýsast, at ein 9 síður long tørvskanning frá september 2005 liggur á heimasíðuni hjá Almenna-og heilsumálaráðnum. Eisini fyri Suðuroy.
"Sýnist at vera firtin av, at hinar kommunurnar í Suðuroy ikki hoppa eftir hansara boðum.
"Heldur, at gomul og veik kunnu blíva við at bíða eftir einum ellis-og røktarheimsplássi. Hann sigur, at tað hevur ikki bráðskund og tolir at bíða. Hvat munnu avvarðandi til gomul og veik siga til tað.
Ætla býráðslimir á Tvøroyri lata møguleikan um lagaliga fígging, glíða sær av hondum, vegna manglandi dirvi til at taka avgerð og støðu? Ein býráðslimur tosaði nógv um tey veiku í Suðuroy áðrenn vali, ætlar viðkomandi, at tey skulu blíva við at bíða eftir nøktandi umstøðum?
Syndrar, ístaðin fyri at samla
Við tí, sum er at hoyra og síggja í fjølmiðlum, so er stórur vandi fyri, at borgarstjórin á Tvøroyri syndrar sundur, ístaðin fyri at samla kommunurnar í Suðuroy.
Seinasta dømi um hetta er, at borgarstjórin leypur á leistum og blakar meira brenni á ósemjuna í Sandoynni viðvíkjandi barnaverndarmálinum. Og í Sosialinum 29. november blívur sagt, at barnaverndartænastan í Suðuroy SKAL keypa tænastur frá sosialu deild á Tvøroyri.
Ikki eitt orð um, at ein felags sosial deild skal stovnsetast í Suðuroy og er hettar kanska heldur ikki meiningin, hjá borgarstjóranum og býráðslimum á Tvøroyri?
Alt samstarv krevur, at fólk laga seg hvørt eftir øðrum og ikki koyra í sjálvdrátti.
Livst so spyrst
Finnleif Guttesen
Tvøroyri