Víkingur fer sunnudagin til Klaksvíkar at stríðast fyri at vinna oddasessin aftur frá klaksvíkingum.
Tá verður tað fyrrverandi KÍ spælarin, Philip Djordjevic, sum verður fremsti maður á Víkinga liðnum. Tað verður hann ivaleyst eisini, tá ið Víkingur annan leygardag fer at spæla stevnudyst í Runavík.
Síðsti dysturin hjá Víkingi undan summarsteðginum verður á jóansøku – fríggjakvøldið 24. juni – á útivølli ímóti TB. Tá verður gamal kenningur og málrevur eftir øllum at døma í Víkinga ferðalagnum, sum fer um Suðuroyarfjørð.
-Vit hava avrátt við Finn Justinussen, at hann skal spæla við okkum fram til kappingarlok, sigur Víkinga venjarin Sámal Erik Hentze:
-Vit kenna øll Finn og dygdirnar hjá honum. Seinastu vikurnar hevur hann í Fremad Amager víst, at máltevinum bilar einki, og hjá okkum kemur tað stak væl við, at hann nú fer at spæla við okkum, tí vit hava saknað ein álopsspælara.
Tað hevur gingið væl hjá Philip Djordjevic, sum er fremsti maður og hevur skorað seks mál í landskappingini og er toppskjútti hjá tykkum?
-Philip hevur staðið seg heilt væl. Men bæði hann og vit vita, at fremsta plássið er ikki tað besta hjá honum. Finnur Justinussen hevur skorað 97 mál í landskappingini og seytjan mál í steypakappingini, so tað kemur væl við hjá okkum, at hann fer at venja í Sarpugerði og vera við í kappingini um fremsta plássið, sigur Víkinga venjarin.
Finnur Justinussen er undir útbúgving í Keypmannahavn, og hetta kappingarárið hevur hann spælt við Fremad Amager, sum er um at tryggja sær uppflyting í næstbestu deildina.