Finnur Fríði landar 1.350 tona av góðari sild í Noregi, sum hann fær einar fimm milliónir norskar krónur fyri. Finnur Fríði fekk sildina í norskum sjógvi millum 71 og 72 stig norður og millum 11 og 13 stig eystur í gjár.
Norska blaðið Fiskaren skrivar, at sildin er góð. Tað mesta vigar 390 gram í meðal, og prísurin liggur um fýra norskar krónur fyri kilo.
Sostatt fær skipið einar fimm milliónir norskar krónur fyri lastina, skrivar norska blaðið.