Finnur Fríði við 1700 tonsum av sild í Skagen.

Finnur Fríði kom í gjár inn til Skagen við 1700 tonsum av sild til matna. Finnur Fríði hevur verið norðuri á u.l. 70 stigum. Teir byrjaðu at landa í gjár og verða væntandi liðnir at landa í morgin.

Tróndur í Gøtu kom inn til Bodø í Norra í gjár við 450 tonsum av sild. Teir byrja at landa mikumorgun. Miðalvektin á sildini liggur um 250 gram.

Í Norra er so nógv sild landað í farnu viku, at Sildelaget gav forboð fyri at landa sild til matna, skrivar Vinnan á heimasíðu síni.