Finnur Helmsdal deyður

Fyrrverandi løgtingsmaðurin Finnur Helmsdal doyði fyrr í dag 56 ára gamal. Hann hevur seinastu tíðina verið sjúkur av krabbameini Finnur Helmsdal var løgtingslimur tvey skifti. Frá 1998 til 2002 var hann varamaður á tingið, og í 2004 varð hann valdur í løgtingið og sat fram til januar mánað i ár. Í hesum tíðarskeiði var hann millum annað limur í Trivnaðarnevndini og mentanarnevndini.

Finnur Helmsdal var leiðari á Føroya Barnaheimi, og hann hevur starvast sum sosialráðgevi og verið leiðari á Almannastovuni.

Seinastu tíðina hevur Finnur Helmsdal verið sjúkur av krabbameini, og fyrrapartin doyði hann á Landssjúkrahúsinum.

Finnur Helmsdal varð giftur Jóruni Højgaard, og tey áttu fýra børn.