Hann er kendur sum ein av málsóknastu føroysku fótbóltsspælarunum seinastu nógvu árini. Í Føroyum hevur hann umboðað GÍ og Víking, og í bestu deildini hevur hann skorað 98 mál í 178 dystum í bestu landskappingini.
Talan er um 30 ára gamla Finnur Justinussen, sum er ættaður úr Gøtu.
Seinnu árini hevur hann ikki spælt so nógv í Føroyum, tí hann hevur verið í danska høvuðsstaðnum í útbúgvingarørindum.
Í dag sigur Finnur á facebook, at nú er útbúgvingin lokin. Hann er útbúgvin bygningskonstruktørur.
Meðan hann hevur verið í Danmark, hevur Finnur spælt fótbólt við Fremad Amager, Næstved BK, FC Roskilde og ÍF Føroyum.
Síðstu tíðina hevur tað tó snúð seg mest um útbúgvingina og ikki um fótbóltin.
Tað hevur ljóðað, at Finnur Justinussen nú aftur fer at spæla fótbólt við Víkingi í bestu føroysku deildini, men hesi tíðindini eru ikki váttað.