Finnur Justinussen hevur longt sáttmálan við Víkingi við tveimum árum. Finnur Justinussen hevur longt sáttmálan við Víkingi við tveimum árum. Áleyparin hevur sitið uttanfyri meginpartin av hesum kappingarárinum við knæskaða, men hann væntast klárur í komandi kappingarári.
- Vit kenna øll til førleikarnar hjá Finni. Við sínum 134 málum er Finnur mest skorandi leikarin fyri besta liðið hjá Víkingi. Finnur var óheppin at slíta krossbandi tíðliga í ár, men vit vóna at hann skjótt verður at síggja aftur á vøllinum, og tað gleða vit okkum til, skrivar Víkingur.
Víkingur bleiv nummar trý í ár og verður aftur í Evropa til komandi kappingarár.