Finnur Johansen áttati

Finnur Johansen er føddur á Viðareiði 4. september 1932. Foreldrini vóru Sámal Johansen, ættaður úr Haldórsvík, og Anna Elisabeth Johansen, fødd Matras av Brekkumørk á Viðareiði, bæði lærarafólk suðuri í Vági. Finnur vaks upp suðuri í Vági, har hann gekk í skúla, har hann tók realprógv á vári í 1949.
Sum onnur ungfólk tókst hann í frítíðini við fyrifallandi arbeiði, mest fiskaarbeiði, og eftir at hann var liðugur við realskúlan arbeiddi hann í stutt skifti í grótbroti, sigldi við Tjaldrinum og var vikarur á Langasandi, til hann fór í smiðjulæri á skipasmiðjuni í Vági. Seinasta árið var hann í læru á Våbenarsenalet í København, har han tók sveinaprógv, og í 1957 tók hann prógv sum verkfrøðingur á Københavns Maskinteknikum.
Eftir lokna útbúgving var hann eitt stutt skifti hjá Titan í København, og frá 1957 til 1959 á dieselmotorverksmiðjuni hjá Burmeister & Wain í København, tá hann eisini var lærari á tekniska skúla í København. Í 1959 og 1960 hjá Højgaard & Schultz við bygging av vatnkraftverkum hjá SEV í Vestmanna, frammi undir Fossunum, frammi á Mýrunum, í Heygadali og á Válinum. Á sumri 1960 var hann feriuavloysari sum maskinmaður við Tjaldrinum, og frá 1960 til 1962 var hann hjá Knud E. Hansen, skipstekniskum konsulentum, í København.
Í 1962 flutti Finnur og familian heim til Føroya, og í eitt ár var hann á Skála Skipasmiðju. Í nøkur ár var hann tekniskur konsulentur, har hann virkaði sum ráðgevari við gerð av fiskavirkjum og øðrum virkjum, eitt nú vatnverk v. m. og at hava eftirlit vil byggingum og umvælingum umframt eisini fyri skipafeløg at hava eftirlit við skipum. Eitt av projektum hansara var línubáturin Leikur, sum kom í 1964, og var fyrsta línuskip í heiminum, ið frá nýggjum varð sum innilokað skip. Eitt annað var leingingin av línuskipinum Magnusi á Gørðunum á Vágs Skipasmiðju í 1963. Hetta var fyrsta stálskipið, sum varð longt í Føroyum. Samstundis var Finnur í nøkur á rakstrarstjóri fyri sementrørsvirkinum í Havn, og var eisini við at byrja Føroya Maskinskúla.
Frá fyrsta degi í 1965 og útvið eina fjórðings øld til 1989 var Finnur lærari við Føroya Maskinskúla, fyrstu árini sum tímalærari, men frá 1974 settur adjunktur og seinni lektari. Eitt skifti í 1981-1982 var hann námsfulltrúi á Landsskúlafyrisitingini, men fór so aftur á maskinskúlan. Meðan hann var á Landsskúlafyrisitingini skipaði hann útbúgvingina til hægru handilsskúlaprógvið, og skrivaði hann millum annað álit um bygging av maskinskúla og av listaskúla, umfrant at skriva álit um víðkan av sjómansskúlanum og av studentaskúlanum í Hoydølum.
Meðan Finnur búði í København, læs hann organisatión við Handilsháskúlan í 1960-1961, og býarplanlegging við Kunsakademiet í 1962. Árini 1970 til 1973 tók hann saman við lærarum á maskinskúlanum og øðrum skúlum pedagogiska útbúgving, eisini rópt pedagogikum, og tey mongu árini, hann var á maskinskúlanum, var hann í Danmark á ymsum eftirútbúgvingarskeiðum. Sum liður í eftirútbúgvingini var hann eina ferð, sum vardi í tveir mánaðir, við skipinum “Jutlandiu” hjá ØK, eina ferð úr Europu til Japans og heim aftur.
Í útvið fimm ár, frá fyrst í 1989 til við árslok í 1993, var Finnur samferðslustjóri, og tá Samferðsustovan og Bygdaleiðir vórðu løgd saman við Strandfaraskipum Landsins, virkaði hann á nýggja stovninum til hann fór frá fyri aldur á heysti 1999.
Eftir lokna útbúgving sum verkfrøðingur luttók Finnur í upptøkunum til ein víkingafilm, »The Vikings«, sum amerikansk filmsfelagið United Artist gjørdu, og seinni var hann við í filmunum »Rannvá« og »Heystblómur«. Hann var formaður í verkfrøðingafelagnum í 1971 og 1972, og hann var býráðslimur í Tórshavnar Býráð frá 1972 til 1984 undantikið 1977. Fyrstu fýra árini í býráðnum var hann formaður í fíggjarnevndini, og seinni í eini fimm ár formaður í mentamálanevndini, umframt at vera annar býráðsnæstformaður seinastu fýra árini. Frá 1977 til 1980 var hann limur í Tórshavnar Líkningarnevnd, og frá 1981 til 1984 limur í umboðsnevndini hjá SEV. Hann var í fleiri ár skrivari í vælfelagnum.
Finnur hevur eisini verið virkin innan vinnulívið, eitt nú hevur hann verið partaeigari í fleiri skipum, og hann var ein av undangongumonnunum í fiskavirkinum Suður-Fisk í Vági, har hann eisini var nevndarformaður, umframt at hann í fleiri ár var formaður í partafelagnum Blaðstarv, sum gav út blaðið 14. September.
Í 1998 kom út bókin »Vatnveitingin í Tórshavn í 100 ár«, sum hann skrivaði fyri Tórshavnar býráð, í 2005 »Føroya Maskinskúli 40 ár«, í 2006 »Traðkaðu fólkinum slóð«, Havnin 1860-1900 og í 2009 »Traðkaðu fólkinum slóð 2«, Havnin 1900-1940.
Síðani 1981 hevur hann verið próvdómari við Føroya Sjómansskúla, og var í nøkur ár eisini próvdómari við Klaksvíkar Sjómansskúla, umframt at hann onkuntíð hevur verið próvdómari við Føroya Maskinskúla, eftir at hann var givin sum lærari við henda skúlan.
Finnur Johansen virkaði sum stjóri fyri Tórshavnar Býarsavni, sum hann sjálvur skipaði, fyrst frá 1985 í smiðjuni hjá Wenzeli Petersen úti í Bakka og seinni í Ydun. Í tjúgu ár, frá 1984, skipaði hann fyri árligu ólavsøkuframsýningini hjá Tórshavnar Býarsavni í Smiðjuni úti í Grind, ella í Lítluvík, sum hon ofta verður rópt.
Finnur Johansen giftist í 1955 við Elinborg Trónd Hansen úr Havn, 1928-2008, Hon var dóttir Trónd Hansen úr Havn og Stephaniu Hansen av Heyggi á Húsum. Tríggir eru synirnir, Stephan Brúsi, Rógvi og Sámal Tróndur.