Føroyski áleyparin, Finnur Justinussen, kom í gjár á máltalvuna, tá Fremad Amager spældi fyrsta venjingardystin í vár. Dysturin, ið var móti U-19 liðnum hjá FC Keypmannahavn, endaði við 3-0 sigri til Fremad Amager, har Finnur Justinussen skoraði til 1-0.
Hini bæði málini vóru skotin av fyrrverandi FCK áleyparanum, Morten Nordstrand, ið nú hevur sína dagligu gongd í Fremad Amager.
Fremad Amager liggur í løtuni á 10’inda plássi í næstbestu donsku deildini, har tað í løtuni er vetrarsteðgur í kappingini.