Finnur og Kristian hava vunnið sær sæti í millum tey áleið 45 fólkini, sum hava kappast um at sleppa á Evroparundferð at hyggja eftir fótbólti á hægsta stigi. Túrurin gongur til Týskland, Italia og Onglands. Ikki er greitt enn, hvørjar býir ella hvørjar dystir, tey skulu til.
Túrurin er í vikuskiftinum 12.-14. apríl. Teir fáa túrin goldnan úr Føroyum og aftur. Farið verður úr Føroyum fríggjamorgun niður til Kastrup, og so víðari harfrá við leiguflogfari til Týsklands. Har fara tey at hyggja eftir einum Bundesliga dysti um kvøldið. Síðani verður farið víðari til Onglands at hyggja eftir einum Premier League dysti kl. 15:00. Áðrenn tann dystin fáa tey okkurt til matna og aftaná dystin um kvøldið verður eitt hugnakvøld, har skipað verður fyri undirhaldi. Dagin eftir verður so farið víðari til Italia at hyggja eftir dysti í Serie A.
Aðru ferð Finnur er við
Finnur Helmsdal var eisini á Evroparundferð í 1999, og hann sigur, at túrurin er eitt stórt upplivilsi. Men tá sluppu tey ikki til Italia, tí at onkrar broytingar vóru í dystarskránni í Italia. Men so hugdu tey eftir trimum dystum í Onglandi í staðin. Á hugnakvøldinum á tí túrinum stóðu Jacob Haugaard og Hans Otto Bisgaard fyri undirhaldinum. Har vóru eisini onkrar fótbóltsstjørnur, millum annað Allan Simonsen, fyrrverandi landsliðsvenjari.
Áhugavert fótbóltsvikuskifti
Sum sagt, er ikki greitt enn hvørjum dystum tey skulu hyggja at, men Finnur hevur kannað hvørjir áhugaverdir dystir eru um tað vikuskiftið. Í Týsklandi spæla millum annað 1.FC Kaiserslautern og BV Borussia Dortmund, í Italia, Juventus og AC Milan, og í Onglandi Manchester United og Arsenal.
- Tað hevði verið ynskiligt, at sæð hesar dystir, men tað vita vit ikki, um vit sleppa, sigur Finnur Helmsdal.
- Fótbóltsdámurin á einum vølli, sum til dømis Old Trafford er fantastiskur. Tað sita umleið 60.000 ákoðarar og rópa og syngja. Tað má upplivast.
- Sjálvur eri eg sera spentur til at fara til Italia, tí tað sluppu vit jú ikki seinast, so tað eigi eg til góðar, sigur Finnur Helmsdal at enda.