Finski forsætisráðharrin, Juha Sipilä, leggur nú frá sær sum formaður fyri Ceneterpartiet.
Tað upplýsir finski forsætisráðharrin á Twitter, skrivar norska tíðindastovan NTB ídag.
– Valúrslitið gevur mær ongar møguleikar. Upp á fyrispurning frá mær hevur floksleiðslan gjørt av at kalla saman til eykafloksfund at felja nýggja leiðara fyri Centerpartiet, sigur hann.
Sipilä og Centerpartiet gjørdust stóru tapararnir á valinum máttu finna seg til sættis við at gerast fjórðstørsti flokkur við 13,8 prosentum av atkvøðunum.
Harvið misti flokkurin 18 tingfólk og fekk bert 31 sessir í finska Ríkisdegnum. Nýggjur leiðari skal veljast 7. september, skrivar forsætisráðharrin á Twitter.
Størsti vinnarin á valinum var finski Javnaðarflokkurin, SDP. Men har var tætt, tí bert 6.000 atkvøður vóru á muni millum Javnaðarflokkin og innflytarakritiska slokkin, Sannir Finnar.
SDP fær 40 sessir, Teir Sonnu Finnarnir 39 og Samlingspartiet 38 sessir í nývalda Ríkisdegnum.
/ritzau/