Finski forsetin: Finnland fer at søkja um Nato-limaskap

Finski Ríkisdagurin skal góðkenna Nato-umsókn. Tað verður mett sum vist, at stuðul er í tinginum.

 

Finski forsetin, Sauli Niinistö, sigur í dag, at finnar fara at søkja um fullgildugan Nato-limaskap. »Finnland fer formliga at søkja um upptøku í hernaðarligu samgonguna«, sigur forsetin, Sauli Niinistö. - Foto: Lehtikuva/Reuters

Finski forsetin, Sauli Niinistö, sigur í dag, at finnar fara at søkja um fullan Nato-limaskap.

– Finnland fer formliga at søkja um upptøku í hernaðarligu samgonguna, siga Sauli Niinistö, forseti, og Sanna Marin, forsætisráðfrú.

Avgerðin skal góðkennast í Ríkisdegnum í morgin. Tað verður mett sum vist, at stuðul er til upptøku í Nato.

Í Finnlandi er tað forsetin og stjórnin, sum stýra uttanríkis- og verjupolitikkinum. Niinistö og Marin søgdu longu hósdagin, at tað er fyri at søkja um upptku í vesturlendsku samgonguni.

Forsetin leggur dent á, at tað hevur verið tætt samstarv við Svøríki seinastu tíðina um Nato-ætlanirnar.

– Áður hevur verið sagt, at søk Finnlands er okkara. Men vit kunnu sama rætti siga, at søk Svøríkis er okkara, sigur Niinistö.

Hann leggur dent á, at avgerðir fær eina gjølla og fólkaræðisliga viðgerð.

Niinistö ringdi í gjár til Moskva fyri at kunna Vladimir Putin forseta um ætlanirnar hjá Finnlandi um at søkja um fullgildugan Nato-limaskap.

– Samrøðan var beint fram og einføld og uttan trupulleikar, skrivar forsetin í stuttari fráboðan um samrøðuna við Putin.

Sambært russisku tíðindastovuni RIA segði Putin við finska forsetan, at tað er skeivt av Finnland at sleppa uttanveltaðu støðuni hjá finnlandi og at søkja um Nato-limaskap. Hann legði afturat, at tað kundi fáa ringa ávirkan á russisk-finsku viðurskiftini.

– Tað er eingin hóttan ímóti trygdini hjá Finnlandi, segði Putin.

/ritzau/TT

 

Finski forsetin, Sauli Niinistö, sigur í dag, at finnar fara at søkja um fullgildugan Nato-limaskap. »Finnland fer formliga at søkja um upptøku í hernaðarligu samgonguna«, sigur forsetin, Sauli Niinistö. - Foto: Lehtikuva/Reuters