Finski hjálparvenjarin: Føroyar spæla góðan hondbólt

Ken Sirenius hevur nú tapt ímóti Føroyum. Bæði sum U21 manslandsliðsvenjari og hjálparvenjari hjá finska kvinnulandsliðnum

Ken Sirenius hevur ikki góð minni um Føroyar og føroyskan hondbólt.

 

Í januar var hann í Føroyum, sum høvuðsvenjari hjá finska U21 manslandsliðnum, sum tapti tepurt 28-29 til Føroyar, og í dag tapti hann 17-20 til Føroyar, sum hjálparvenjari hjá finska kvinnulandsliðnum.

 

Men Ken Sirenius hevur stóra virðing fyri føroyska kvinnulandsliðnum. Í samrøðu við finska kringvarpið, YLE sigur Ken Sirenius, at hann heldur, at Føroyar spæla góðan hondbólt, og hann er eitt sindur yvirraskaður av, at føroyska liðið er so gott, sum tað er.

 

Um finska kvinnulandsliðið staðfestir hann, at tær skutu alt ov fá mál, og tað kostaði í hesari undankappingini. 

 

Ken Sirenius hevur ein "føroyskan" trupuleika. Hann sigur í samrøðuni við YLE, at tað finska kvinnulandsliðið spælir ov fáar venjingardystir, men hann er greiður yvir, at tað er ein spurningur um pengar, sum tað ikki eru nógvir av í finskum hondbólti.