Finskur tjóðardagur

TJÓÐARDAGUR

Finnlendingar hátíðarhalda í dag, leygardagin tann 6. desember, tjóðardag sín. Hendan dagin í 1917 samtykti finski ríkisdagurin eina sjálvstøðuyvirlysing. Seinni hetta árið varð Lenin undir stórum trýsti noyddur til at viðurkenna finsku sjálvstøðuna. Long tíð gekk ikki, fyrrenn grannalondini fyri vestan og onnur europeisk lond gjørdu tað sama.
Í sambandi við finska tjóðardagin verður tað møguleiki hjá einstaklingum og feløgum í Føroyum at søkja um stuðul til eitthvørt vinnuligt, mentunarligt ella ítróttarligt tiltak. Stuðulin verður latin við tí fyri eyga at menna nevndu sambond millum Finland og Føroyar. Samlaði stuðulin, ið latin verður, er kr 25.000, og umsóknir kunnu sendast til Finska Aðalkonsulatið á Hoyvíksvegi í Havn. Poul Michelsen er finskur aðalkonsul.