Finst at skattahækking

- Barnafamiljur fáa 4.800 krónur meir í skatti í fyrsta uppskotinum frá CHE-samgonguni, hóast kostnaðarstøðið er alsamt hækkandi, sigur Jørgen Niclasen, formaður Fólkafloksins Jørgen Niclasen finst harðliga at uppskotinum hjá samgonguni um skattahækking komandi ár.

- Eftir at Fólkaflokkurin í ymsum samgongum seinastu 10 árini hevur fingið lækkað inntøkuskattin, skuldu bert 2 mánaðir til fyrsta uppskotið frá CHE-samgonguni um skattahækking kom í tingið. Millióna inntøkurnar skulu hava sama skatt, men lægru-, meðal- og hægru meðalinntøkurnar skulu næsta ár rinda 2.400 krónur meir í skatti. Fyri hjún tað dupulta, nevniliga 4.800 krónur, sigur Jørgen Niclasen.

Hann vísir á, at kostnaðarstøðið er nógv vaksandi. Oljan setur met í høgum prísum, matur og aðrar vørur tað sama. Alt samalt ger tað nógv dýrari at liva.

- Fólkaflokkurin er hart ímóti hesum ágangi á familjur og borgarar. Hvør dugur betur at brúka pengarnar hjá fólki: politikkarar ella fólkið sjálvt? Fyri Fólkaflokkin er eingin ivi, sjálvandi eru fólk sjálvi bert at umsita sín pening, sigur Jørgen Niclasen.

Hann sigur, at seinastu 10 árini er skatturin stigvíst lækkaður. Úrslitið av hesum lækkingum er, at verkafólk í ár hava kr. 30.260 meir at liva fyri, meðan handverkarar og stavsmannalønir hava góðar kr. 36.000 meir at liva fyri. Samstundis eru inntøkur landskassans nærum tvífaldaðar.

- Tjóðveldi, Javnaðar- og Miðflokkurin eru longu nú komnir við skattahækkingum. Hetta er nokk bert tann fyrsta. Úrslitið av skattahækkingum er, at tað loysir seg minni at arbeiða og slett ikki at arbeiða eitt sindur eyka. Í versta føri flyta fólk av landinum, meðan eingi flyta heim, sigur Jørgen Niclasen.