Fípan Fagra framúr finaluróður

5-mannafør gentur 17 – 18 ár: Mest sannførandi sigurin higartil i dag vunnu føroyameistararnir úr Klaksvík

Tær hava verið heilt suverenar higartil í summar, og í dag trumfaður tær av álvara í finaluróðrinum á ólavsøku.

 

Tá ið startspurturin var av, var Fípan Fagra fremst, men Teistin av Argjum vísti seg at hava hug at bjóða av. Inn ímóti Molanum var talan um leiðslu, sum var ein hálvan skut og eitt sindur meiri enn tað.

 

So var tað, at óføru genturnar úr Klaksvík av álvara spílaðu seg út og vístu sannan uppvísning. Tá ið Fípan Fagra fór um málið, vóru tað tað tríggjar bátslongdir aftur til tveir teir næstu bátarnar. Fípan Fagra er føroyameistari við fullum stigatali, og tað eru vornir sum sigrar, sum Fípan Fagra hevur vunnið.

 

Kappingin um næstfremsta plássið var øgiliga spennandi. Teistin av Argjum og Firvaldur av Tvøroyri fóru stavn um stavn um málið. Tað bar ikki til at taka dagar ímillum hesar báðar bátarnar, sum harvið báðir vunnu silvur í ólavsøkukappingini. Í FM kappingini eiga hesir báðir bátarnir sama stigatal, og tí vinna teir báðir silvur í FM kappingini.

 

 

 

1Fípan Fagra (KRF)04:50.32
2Teistin (AR)04:56.41
3Firvaldur (FSR)04:56.41
4Sævarmoy (KRF)05:04.15
5Svanur (Skála)05:09.04

 

stavnur.fo

 

-

 

FM úrslitið

 

1Fípan Fagra (KRF)49
2Teistin (AR)37
3Firvaldur (FSR)37
4Sævarmoy (KRF)32
5Svanur (Skála)15