Fípan Fagra í uppvísningsróðri

5-mannafør dreingir: Eftir tætta kapping við meistararnar á Heyki á fyrra parti av teininum vunnu klaksvíksdreingir sera sannførandi sigur

Í fjør vóru Heykur úr Hósvík og Fípan Fagra úr Klaksvík í sera spennandi FM kapping. Heykur vann á ólavsøku og FM heitið.

 

Í dag hittust mest sum somu manningar fyri fyrstu ferð aftur í kapping um FM stig.

 

Startspurturin bendi ikki á, at talan skuldi vera um øðrvísi gongd, enn hon plagdi at vera í fjør.

 

Heykur og Fípan Fagra lógu borð um borð fyrra partin av teininum, og áralagið var gott, og tøkini munaðu væl.

 

So sást tað, at tøkini hjá teimum umborð á Fípuni Føgru vóru dyggari. Fípan fleyg stútt og støðugt frá kappingarneytanum, og longu væl áðrenn tað varð farið undir endaspurtin, var tað greitt, at Fípan Fagra fór at vinna ársins fyrsta FM róður.

 

Á málinum var Fípan Fagra tað mesta av trimum bátslongdum undan Heyki, sum var meiri enn tvær bátslongdir undan Jallinum.

 

Ørnin endaði á fjórða plássi. Frá dreingjunum úr Sandavági á fjórða plássi og aftur til Leikalind á áttanda plássi var tað bara ein bátslongd.

 

 

 

5 MANNAFAR DREINGIR

 

 

 

NavnNr.TiðStigGultReytt
Fípan Fagra105:19.17700
Heykur205:26.03600
Jallurin305:33.23500
Ørnin405:37.37400
Royndin Fríða505:38.12300
Fiskurin605:38.40200
Knúkur705:39.21100
Leikalind805:41.29000
Teistin905:43.25000
Dúgvan1005:45.27000
Firildur1105:47.43000
Sílið1205:49.29000
Fenja1305:59.4000